Afleveringen
-
Gesturin hesaferð er Helga Ellingsgaard, granskari á TrygFondens Center for Aktiv Sundhed á Ríkissjúkrahúsinum.
Vit práta um IL-6 og hvussu tað vísir seg at hava ávirkan á inkretinið GLP1 (eisini kent sum tað virkandi evnið í heilivágunum Wegovy og Ozempic), metabolismuna og feitt mobilisering.
Helga greiður eisini frá hvussu luttakarir í teirra granskingarverkætlanum ofta vera kannaði bæði við at máta isotopar í blóð- og vevnaðarroyndum.
-
Hesaferð hava vit eina spennandi samrøðu við Bjørt Katrinardóttir Kragesteen, PhD í mýlalívfrøði og arvalæru, um Norn kyknur, sum hon hevur staðið fyri at finna og lýsa.
Vísindaliga greinin hjá Bjørt og starvsfeløgum hennara er at finna her:
www.nature.com/articles/s41591-023-02314-7
Í hesum táttinum verður Human Cell Atlas eisini nevnt. Sí meir her:
Human Cell Atlas – To create comprehensive reference maps of all human cells—the fundamental units of life—as a basis for both understanding human health and diagnosing, monitoring, and treating disease.
Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics.
Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum.
Tónleikurin er frá: Flawed Mangoes
-
Zijn er afleveringen die ontbreken?
-
Vit práta við Bárður Joensen, PhD, um møguleikarnar fyri at útvinna og gagnnýta alduorku í Føroyum. Bárður hevur m.a. kannað umstøðurnar fyri at seta alduorkuverk út í Føroyum, umframt um tað kann loysa seg.
Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics. Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum.
Tónleikurin í poddvarpinum er frá Flawed Mangoes.
-
Poddlýsing:
Gesturin hesaferð er August G. Wang, professari og serlækni innan psykiatri. Umframt drúgvar royndir, sum granskari hevur August eisini starvast innan psykiatriina bæði í Føroyum og Danmark.
Vit hoyra um hansara yrkisleið og gransking sum hevur snúð seg um m.a. Sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir í Føroyum, samanborið við londini rundanum okkum og eisini um týdningin av ílegufyribrigdum í samband við sálarligar sjúkur.
Keldutilvísingar:
Arvaligheit viðv. ADHD: Genetics of attention deficit hyperactivity disorder - PubMed (nih.gov)
Dimma.fo | Nýtslan av heilivági fyri ADHD er fýra faldað upp á sjey ár
https://nhwstat.org/health/pharmaceutical-products/prevalence/adhd-medicine-centrally-acting-sympathomimetic
Psykiatriens dilemma | Se online her | DRTV
Vísindaknokkar er stuðlað av Amplexa Genetics.
Amplexa Genetics hevur onga ávirkan á innihaldið í poddvarpinum.
Tónleikurin er frá: Flawed Mangoes
-
Í fyrsta tátti av Vísindaknokkum snýr prátið seg um arvaíløgur og FarGen verkætlanina.
Vit hoyra um FarGen verkætlanina, hvussu dáturnar verða innsavnaðar - og tryggjaðar, og hvat endamálið við verkætlanini er.
Gesturin í hesum táttinum er Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, sum hevur eina PhD í mílalívfrøði (molekylærbiologi) og til dagligt starvast sum verkætlanarleiðari á FarGen og harumframt er limur í etiska ráðnum.
Í táttinum verður ein grein nevnd, har SNP (Single nucleotide polymorphism) frá føroyingum verður samanlíknað við finnar og ikki-finskar europearar. Greinin er at finna her:
FarGen: Elucidating the distribution of coding variants in the isolated population of the Faroe Islands - PubMed (nih.gov)
(PMID: 36404349)
Allur tónleikurin sum er at hoyra í Vísindaknokkum, er frá Flawed Mangoes.
-
Vertirnir Annetta og Durita greiða frá hvussu Vísindaknokkar blivu til og hvat ætlanin er við poddvarpinum.