Afleveringen
-
Í 70'unum fóru danskar og amerikanskar kvinnur á gøturnar. Tær vildu hava síni abortrættindi, og í 1974 fingu tær tað. Mitt í rokanum finna vit Karina Kjølbro, sum í 60'unum arbeiddi á Mødrehjælpen og sjúkrahúsið í Danmark, har hon fær serligt innlit í abortmálið. Sama áratíggju er larmandi tøgn um abortrættindi í Føroyum - ein veruleiki, sum Marna Jacobsen fekk innlit í, tá hon tók ábort.
Við Karini Kjølbro, Marnu Jacobsen, Regin Berg, v.m.
See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
Fyrsti partur, sum er ókeypis, byrjar 8. mars 2023, tá Føroyar vaknaðu til eitt sjónband frá fleiri kvinnum, sum søgdu "eg havi tikið abort". Tær vildu koyra skommina frá sær, og soleiðis bróta tøgnina. Tað sama vil felagið Frítt val, sum í ár hevur fimm ár á baki.
Í fyrsta partin av røðini taka vit útgangsstøði í 2023. Tí hetta gjørdist árið, tá politiska leiðslan loksins tordi at taka lógina frá 1956 upp á tungu.
Barbara Holm hevur gjørt poddvarpsrøðina og í fyrsta parti tosar hon við eitt nú Aldu Mohr Eyðunardóttir, Turið Mariu Jóhansdóttir og Elisu Vang.See omnystudio.com/listener for privacy information.
-
Zijn er afleveringen die ontbreken?