Afleveringen
-
Summarið er komið, og har við eisini háárstíðin fyri tónleikafestivalar og konsertdagar. Mongdin av afturvendandi, árligum tiltøkum er stór, og nýggj tiltøk leggjast afturat á hvørjum ári.
Tað kann tykjast trupult at fáa eitt yvirlit yvir tey mongu tónleikatiltøkini, og tí fara vit í hesi sendingini at hyggja nærri eftir tónleikafestivalum og konsertdøgum, sum verða í Føroyum í summar. -
Men Guðs hond er sterk, er heiti á 4. heildarútgávuni við bólkinum Hamferð.
Átta løg við føroyskum tekstum eru á plátuni, sum er tikin upp og framleidd av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn og givin út kring heimin í samstarvi við Amerikanska plátufelagið Metal Blade Records.
Løgini hava limirnir í bólkinum gjørt í felag, meðan Jón Aldará, forsangari í Hamferð, hevur skrivað flest allar tekstirnar. -
Zijn er afleveringen die ontbreken?
-
"State of the Land" er. heitið á 6. solo-plátuni við Lenu Anderssen. Ellivu sangir eru á útgávuni, sum er tikin upp av Geoff Emerick sála í LAFX, í Norður Hollywood, USA, og í Studio 57 í Hoyvík, heima hjá Lenu og Niclas. Strúkararnir eru tiknir upp í FAME upptøkuhølunum í Makedónia.
-
"Tíð" er heiti á aðru heildarútgávuni við tónleikabólkinum Deiggj, sum varð stovnaður í Suðuroy í 1981.
9 sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp í Studio Bloch, í Bunkaranum, Bakkastudio og í Deiggj studio, sum er í venjingarhølinum hjá bólkinum í Havn.
Framleitt og lagt til rættis hava limirnir í Deiggj saman við Benjamin Petersen og Vinjard Egilsnes Petersen, sum eisini hava staðið fyri flestu upptøkunum. Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar og Daniel Bacigalupi hevur masterað plátuna. -
Leygarkvøldið tann 9. mars verður føroyskur tónleikur fagnaður og heiðraður við bæði framførslum, innsløgum og virðislønum á Faroese Music Awards 2024, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum og víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá KVF.
Í hesi sending hoyra vit upptøkur frá tíðindafundinum umframt samrøður við Marionnu Winther Nagata samskipara av FMA, Dánjal á Neystabø formann í Tónleikasambandi Føroya, Gabriel Apetrey kassameistara hjá TSF og við limirnir í bólkinum Adrenaline, sum er tilnevndur í flokkinum Ársins spírið. -
Sjey sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum teir fýra limirnir í bólkinum hava skriva í felag við Hans Edward Andreasen, sum eisini hevur tikið upp, framleitt, ljóðblandað og masterað fløguna í Dávavirkinum í Klaksvík.
-
Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
-
Malan Eyðunsdóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
-
Skotsmál:
10/10 stjørnum: Elin Brimheim Heinesen
09/10 stjørnum: Hans Pauli Tórgarð
09/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen
"ja/nei - og restin av vikuni" er heitið á aðru heildarútgávuni við 25 ára gomlu tvørlistakvinnuni Daniu O Tausen.
13 sangir á føroyskum máli eru á útgávuni, sum er skrivað, tikin upp og framleidd í tøttum samstarvi við Benjamin Djurhuus og Ragnar Finsson. -
Malan Eyðunsdóttir, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
-
Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum hava skrivað allar sangirnar í felag, burtursæð frá seinastu skeringini, "Vónin er", ið Lea hevur gjørt saman við mammu síni, Sissal Kampmann.
-
Skotsmál:
10/10 stjørnum: Birgar Larsen
10/10 stjørnum: Guðrun Sólja Jacobsen
08/10 stjørnum: Ólavur Jóannesarson Hansen
Á plátuni "Tøgn" eru níggju føroysk løg við tekstum, ið nerta við evni sum, tøgn, misnýtslu, angist, longsul og kærleika.
Jógvan Joensen hevur skrivað bæði orð og løg og lagt tónleikin til rættis saman við Tróndi Bogasyni, sum eisini hevur framleitt útgávuna. -
Innihaldið er fjølbroytt gamalt, nýtt føroyskt og nakað úr útheiminum. Talan er bæði um egin løg, føroysk løg og útlendsk tøkuløg, umframt nøkur siðbundin løg.
Plátan er tikin upp í Studio 43, sum er í gamla Sanatoriibygningurin í Hoydølum.
Tónleikin hava Kim Hansen, Benjamin Petersen, Torleik Mortensen og Annika Hoydal lagt til rættis í felag.
Torleik Mortensen hevur staðið fyri framleiðsluni, meðan Benjamin Petersen hevur ljóðblandað sangirnar.
Ummælarar eru Hans Pauli Tórgarð, Elin Brimheim Heinesen og Ári Rouch. Vertur er Eyðfinn Jensen. -
Birgar Larsen og Hergeir Eldevig eru ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
-
Ummælarar eru Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch.
Eyðfinn Jensen er vertur. -
Á Døgurðaslang eru 8 løg við føroyskum tekstum, yrkingum og orðaspølum, sum tey trý listafólkini, Trygvi Danielsen, Dania O. Tausen og Eyðfinn Bogason Lamhauge, ið mannað bólkin, hava skrivað og bera framm hvør sær antin sum upplestur, rapp ella sang.
Tónleikin hevur Eyðfinn Bogason Lamhauge við stórum hugflogi framleitt og lagt til rættis. Við nútímans rúttmum, samplingum og effektum hevur hann skapað ein serstakan ljóð heim, ið líkist burtur frá øðrum føroyskum tónleiki.
Ummælarar eru Sunnuva Bæk, Ári Rouch og Ólavur Jóannesarson Hansen. Eyðfinn Jensen er vertur. -
Stakløgini, ið verða ummæld, eru:
Fyrrverandi kongur - Ronnie Korsager Davidsen
Her luktar brent - Kongur
Void Of My Soul - Páll Brim -
"Gult myrkur" er heiti á 6. solo-útgávuni við Guðrið Hansdóttir.
Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar.
Níggju sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum er tikin upp av Theodor Kapnas í Studio Bloch í Havn. Harumframt hava Janus Rasmussen, Sakaris Emil Joensen og Tom Hannay tikið upp í í E7 studio í Reykjavík, og Mikael Blak saman við Benjamin Petersen í Studio Bunkarin í Havn -
Sangirnir, ið verða ummældir eru:
Cruise Control - Jónas Gaard
Prátið uttan orð - Sigrið Døgg
Blah blah blah - Reiley -
Lagt var upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld fyri sangskrivarar, tónleikarar og áhugaði sum heild, har fimm sangskrivarar - heiðamaðurin Beinir Troest, glyvramaðurin Niclas Johannesen saman við Lenu Anderssen, søldfirðingurin Marius Ziska, og skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð - hittust fyri at práta og hugleiða um tað at skriva sangir og tekstir.
Urd Johannesen var orðstýrari og Steingrund Akkustik stóð fyri ljóðinum í Skótahúsinum. Eyðfinn Jensen tók tiltakið upp og setti sendingarnar saman. - Laat meer zien