![Radarin](https://is5-ssl.mzstatic.com/image/thumb/Podcasts117/v4/35/0b/36/350b36ea-6507-8ab5-2c29-4ef8c90dbd45/mza_8530494131238926745.jpg/250x250bb.jpg)
Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki.