Afleveringen
-
"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger.
Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri.
Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya. -
Stórbæra umhvørvið á Viðareiði gav Christian Matras íblástur til fleiri av hansara bestu yrkingum.
-
Zijn er afleveringen die ontbreken?
-
"Emma var móðirin, sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knýtt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálina." Soleiðis skrivaði Frits Johannesen í føðingardagsgrein, tá Emma Winther 4. februar í ár (1998) fylti 80 ár. Emma Winther var fyrsta kvinna, sum varð sett í fast starv sum kommunulækni í Føroyum. Sum kommunulækni í Fuglafirði hevði hon eisini bygdirnar Lorvík, Gøturnar, Oyndarfjørður, Hellurnar, Funningsfjørð og Elduvík.
-
Jens Jákup Hansen hevur gjørt upptøkurnar, har hann fylgir við fjallmonnunum, tá teir sleptu seyðunum, tá teir fóru aftur eftir teimum um heystið og til krovini vóru hongd í hjallin
-
3D stutt teknifilm um Kópakonuna. Filmurin hevur enska talu og føroyskan tekst. Rói Davidsen hevur gjørt 3D teknifilmin.
-
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.
-
Í meira enn 70 ár hava trongisvágsmenn havt haruveiðu í felag.
-
Samrøða við Jákup undir Leitinum, um m.a. tey gomlu gróthúsini í bygdini, rekavið, gamlan byggihátt o.a.
Samrøða við Súsanna í Skumputoft, m.a. um søgnina um Húsfrúnna í Húsavík. Eisini syngur Súsanna í Skumputoft ein Kingosálm: "Lover nu Herren". -
Samson Gaardlykke úr Miðvági hevur verið hagamaður í 33 ár. Vit fylgja honum ein dag í seyðaklipping.
-
Klaksvíkingurin, Jógvan Vágsheyg, hevur í mong ár búð í Nuuk. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn í býnum. Tá Zacharias Hammer var í Grønlandi við seinasta politibátinum, hitti hann Jógvan. Teir báðir fara ein túr gjøgnum grønlendska høvuðsstaðin, har Jógvan sigur frá og minnist ymiskar hendingar sum hýruvognsførari í býnum. Nýggja og stásiliga mentanarhúsið í býnum verður eisini vitjað. Fyrrverandi stjórin, Jan Kløvstad greiðir frá. Um kvøldið eru vit við til grøndlendskt mentanarkvøld í húsinum. Zacharias Hammer hevur lagt sendingina til rættis
-
Í ár eru 20 ár síðani Norrøna fór í sigling. Kringvarpið var við í Týsklandi eftir Norrønu og fylgdu við skipinum til Føroyar. Sendingin er um fyrsta túrin til Føroya úr Týsklandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Eli Dam og Johnsigurd Johannesen.
-
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju.
Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni.
Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í Dans" og "15 ár" eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum. -
Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind.
-
Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6.
-
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
-
Hesa ferð eru teir Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Gøtu og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
-
Í sendingini "Túnatos" í kvøld vitja Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Vestmanna og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
-
Eitt myrkt kvøld mitt í mars høvdu fýra tónleikarar sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði Onkur teirra var tónleikalærari, onkur annar kokkur. Summir áskoðarir komu inn í Perluna hetta kvøldið av berum forvitni, meðan onnur komu fyri at dyrka órógvið, ið verður lýst sum bæði óhugnaligt men eisini reinsandi. Í heimildarfilminum Hatta niðurlagið kemur ikki fylgja vit hesum tónleikarunum á sjálvum tiltakinum, har vit síggja teir framføra, og hoyra teir greiða frá, hví teir vilja niðurbróta tær siðvenjurnar, ið vit vanliga knýta at tónleiki.
- Laat meer zien