Afleveringen
-
-Eiði hevur verið ein góð bygd av vaksið upp í, bæði fyri okkum systkini og míni børn, sigur Astrid Joensen, sum í dag fyllir 101 ár og býr á Korndalsbýlinum í heimbygdini.
Í sendingini greiðir hon frá ymiskum úr sínum drúgva lívi. -
Tey, sum tosað verður við á túrinum niðan í Skálhøvda, eru: Tróndur av Trøð Trondesen, Mass Hoydal, Marjun Svartafoss, Lív Reynheim og Sabina Widenqvist
-
Zijn er afleveringen die ontbreken?
-
Tey, sum eru við í hesum seinna partinum av túrinum í Húsavík, eru: Eyðstein Ólason, Mary-Ann Anthoniussen, Basa Hansen, Tórun Magnussen og Kristina á Reynatúgvu.
-
Tey, sum eru við í hesum fyrra partinum av túrinum í Húsavík, eru Eyðstein Ólason, Kristrunn Petersen, Max Petersen, David Wilhelmson, Tummas Pauli Olsen, Miriam Fossdalsá, Kári Sørensen
-
Tey, sum eru við á túrinum á Sevmýri, eru: Mortan Vang, Oddbjørg Øster, Anton Øster, Kriss Jan Michelsen, Andrea Sørensen, Páll Sørensen, Julia Sørensen, Petur Hammer, Jóan Pauli og Ása Ludvig.
-
91 ára gamli Petur Jacob Sigvardsen hevur í sínum mongu bókum væl og virðiliga lýst heimbygdina Gjógv og lívið har. Høvuðsverkið hjá honum eru tær fimm bøkurnar "Torvið í Føroyum". Við tilsamans 2.000 blaðsíðum lýsir hann torvmentanina í Føroyum.
-
Vit eru við kórinum Sangfuglum, sum er stovnað fyri minnisveik fólk, á Sandi, har tey syngja fyri teimum eldru í Tilhaldinum. Í kórinum eru eisini nøkur avvarðandi og nøkur starvsfólk á stovnum hjá Almannaverkinum, har tey minnisveiku búgva ella eru í dagtilhaldi.
Demenskórið Sangfuglar hevur nú seks ár á baki. Tey venja einaferð um mánaðin í Vesturkirkjuni og eru úti og syngja fyri fólki einar 12 ferðir um árið. Tey hava m.a. sungið á flestu røktarheimum og eldrasambýlum. -
Stóra kvinnutiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sjálvan kvinnudagin var aftur í ár og har umrøddu kvinnur við ymsum sjónarmiðum aktuell evni. Onnur evni í hesum túrinum eru spennandi framsýninguará Tjóðsavninum í Hoyvík, stórt tiltak í Havnar kirkju við evninum "Kirkjan og kvinnurnar" og samrøða um seinastu gandakellingina í Føroyum,
-
Tey, sum vit hoyra á túrinum á Breiðabliki, eru: Hjørdis Jentoftsdóttir Thomsen, Thomas B. Thomsen, Frida Kunoy, Liss Jacobsen, Jonna á Sondum Eystbú, Bergur Godtfred, Anna Eystberg Hofgaard, Emil Nielsen, Steffan Kunoy og Anna Eiriksdóttir
-
Tey, sum tosað verður við á hesum túri, eru: Jógvan Olsen, Anita Joensen, Kári Lamhauge, Linda Frederiksberg, Andras S. Jacobsen, Dávur Winther, Jóhann Lützen, Elin Winther Poulsen, Jóan Petur Klein, Mamy Dahl Sørensen, Alexandur Joensen, Jóhan Páll Joensen, Rógvi Joensen, Sigrun Jónsveinsdóttir, Døgg Robertson, Luna Klein Joensen, Jákup Anthoniussen, Leon Sólheyg, Gunnar Nolsøe, Gutti Winther
-
Tey, sum eru við í sendingini, eru: Vanja Petersen, Bárður í Baianstovu, Eyðun á Borg, Ida Hentze, Julian Martin Juul og Pál Weihe.
-
Tey, sum tosað verður við á hesum túrinum, eru: Benjamin Djurhuus, Fía í Skorini, Randi Hansen, Durita Jacobsen, Tom Jacobsen, Margreth Djurhuus, Pól Andrias Larsen, Kristina av Teiginum, Remi Didriksen, Andrias Magnussen, Jóhanna Lützen, Hans Jákup Glerfoss, Hildur Skoubo Jacobsen, Hansa Frederiksberg, Joan Dam Jacobsen, Dánjal av Rana, Elin Neshamar og Símun Jóannesarson Hansen.
-
Tey, sum tosað verður við á Garði, eru Eva Margit Wang Atladóttir, Andrias Nolsøe Jacobsen og Bjørt Teitsdóttir, sum eru lesandi, og Jógvan D. Hansen, Theodor Eli Dam Olsen og Troels Peter Roland, sum fyrr hava búð á Garði
-
Hóast vit um dagarnar hava hoyrt fiskifrøðngar boðað frá, at støðan hjá toskastovninum undir Føroyum er alarmerandi, fáa útróðrarbátarnir í Klaksvík nógvan fisk tá teir eru sleppa út fyri veður. Teir hava eisini fingið nógvan og góðan tosk.
Sagt verður at úrslitið av yvirlitstrolingini hjá Havstovuni hevur víst, at gýtingarstovnurin av toski er ein triðing av tí sum lágmarkið er fyri gýtingarstovnin. Og altjóða havrannsóknarstovan ICES heldur, at út frá hesum tølum áttu Føroyar at steðgað við toskafiskiskapi á landgrunninum í ár og næsta ár.
-
Elvira Joensen er úr Leynum og hevur búð í Kollafirði síðani 1959. Hon situr í stovuni í Tilhaldinum millum Bóla og stoppar okkurt klæði. "Man treingir til at koma millum fólk viðhvørt", sigur Elvira, sum er ógviliga glað fyri Tilhaldið.
-
Aftur í ár selur Kiwanis í Havn jólatrø aftanfyri Sjónleikarhúsið. Teir vænta at selja eini 800 trø í ár, og ágóðin fer til Jólahjálpina hjá Barnabata, sigur Petur Jakobsen frá Kiwanis. Tey flestu keypa jólatræ frá Kiwanis fyri at stuðla, sigur hann. Arnleyg Sørensen hevði lætt við at finna eitt jólatræ. Hon sigur, at familjan fer til Vestmannar at halda jól, men kortini vilja tey hava eitt jólatræ í heiminum.
-
Við eitt borð uppi í sanongini á Teistanum á veg til Skopunar situr argjamaðurin Suni Jacobsen, sum arbeiðir hjá J&K Petersen og ger eina útstykking á Sandi. Hann hevur nógv minnir frá farleiðini um Skopunarfjørð, tí pápin Meinhard sigldi her í mong ár.
Við sama borð situr Martin Olsen úr Havn, sum hevur siglt dagliga við Teistanum síðani skipið kom, tí hann hevur arbeitt á Sandoy Seafood í Skopun í 25 ár. Martin sigur, at tunnilin fer at gera tað tryggari hjá flakavirkinum, bæði at keypa fisk og at avskipa.
-
Tað er ein lítil øld síðani tær fyrstu fransiskanarsystrarnar komu til Føroya. Og um fáar mánaðir er virksemið hjá teimum her søga. Í juni fara tær av landinum, tí tær eru blivnar ov fáar og ongar ungar koma hendavegin.
-Torføru viðurskiftini viðvíkjandi innferðarloyvi og arbeiðsloyvi hava eisini gjørt sítt til støðuna, staðfestir Marisa Spiteri Cremona, fransiskanarsystir. Hon greiðir frá torføru støðuni hjá yngstu nunnuni, Rossppin Croos úr Sri Lanka, sum kom til Føroya í fjør, men enn ikki hevur fingið arbeiðsloyvi. -
Býlingurin Millum Gilja í Hoyvík, sum varð útstykkjaður seinnapartin í áttatiárunum, var fyrsti býlingur við bæði randarhúsum og sethúsum. Her eru 75 støk sethús og 56 randarhús, har fólk yvirtóku brandveggir og rond og sjálvi kundu byggja og innrætta seg. Í dag búgva umleið 600 fólk Millum Gilja.
-Kombinatiónin millum randarhús og støk sethús er sera góð og húsini líva væl fyri hvørjum øðrum. Hetta er væl hugsað, sigur Kristian Martin Joensen, formaður í Eigarafelagnum Millum Gilja. -
Tað er upp aftur meira spennandi at ganga ein túr í Hvannhaga í Suðuroynni, eftir at menn úr Himalayafjøllunum hava gjørt eina vakra sherpatrappu úr gróti niður í Hvannhaga. Hon er náttúrlig í vakra umhvørvinum í Hvannhaga.
Saman við okkum í Hvannhaga eru feðgarnir Eyðun og Magni Petersen og teir eru væl nøgdir við gróttrappuna. Magni hevur frá óvitaárum havt stóran áhuga fyri seyðahaldinum og øllum í Hvannhaga, og tað hevur sonurin Eyðun eisini. Bæði Eyðun og Magni hava á hvørjum ári veðr gangandi í fitilendi her. - Laat meer zien