Gerelateerd aan
-
Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd.
Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein. -
Tey allar flestu okkara munnu minst einaferð hava sitið í havanum og hugt upp móti stjørnnum og hugsað um, hvørt vit veruliga eru einsamøll í alheiminum, ella um okkurt meira man vera har úti.
Søgurnar um ljós í myrkrinum ella flúgvandi talerkar eru nógvar, men eru tær sannar?
Í hesari podcast seriu fara vit at skifta orð um fyribrigdið UFO og alt sum har til hoyrir.
Vælkomin í UFO Kjallaran -
Also er ein kjaksending, har tríggir luttakarar kjakast um støður, sum vit øll annaðhvørt eru, hava verið ella onkuntíð kunnu koma í.
Talan er um engageraðar kjakarar, sum hava eina áskoðan, tora at siga sína hugsan, um enn hon er “skeiv” og kunnu vera hittinorðað.
Hetta er ein sending, har lurtarar senda inn spurningar til sendingina. Ongin trupulleiki er ov lítil ella ov stórur. Tey hava eina meining um alt!
Also á Facebook (letur upp í nýggjum kaga) -
-
-
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00
Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00
Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi.
Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum. -
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.
-
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar.
Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi. -
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.
Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar. -
Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki.
Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum.
Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05.
Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum. -
Farið verður í dýpdina við teim evnum, ið verða vald til hvørja sending. Heldur enn at fevna víða, er tankin at fara djúpt. Tað vil siga, at kavað verður niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending.
Av tí at sendingin er á skrá einaferð um vikuna, so ber væl til at taka somu evni uppaftur, ella onnur evni innan fyri sama øki. -
-
-
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.
Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut.
Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining. -
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi.
Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk.
Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum.
Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum. -
-
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.
Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.
Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett. -
-
-
Hvat eyðkennir føroyskan kristindóm í okkara samtíð?
Í seks pørtum fer sjónvarpsrøðin Gud signi Føroyar at varpa ljós á tær stóru kristnu rørslurnar í Føroyum, nú 500 ár eru liðin síðani reformatiónina.
Kristindómurin hevur mong andlit og finst í alskyns útgávum, og við einum fjølbroyttum úrvali av keldum við ymiskum sjónarmiðum og lívsroyndum viðger sendirøðin eisini tær ósemjur, sum finnast í føroyskum trúarlívi.
Heini í Skorini og Hans Petur Hansen hava lagt sendingina til rættis.